Postaravirðisløn til FarGen

Tíðindi


12.09.2018

Postaravirðisløn til FarGen

FarGen vann kappingina um besta postara (plakat) á stóru ráðstevnuni, Europe Biobank Week, í Antwerpen í síðstu viku.

FarGen-postarin á EBW-ráðstevnuni vísti eina tíðarlinju við gongdini hjá FarGen higartil. Í postara-framløguni vístu Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, og Katrin D. Apol, kunningarsamskipari, á, hvat eyðkennir teir luttakararnar, sum higartil hava teknað seg til verkætlanina. M.a. varð víst á, hvussu sosiodemografiskir variablar so sum kyn, aldur, bústaður og útbúgvingarstig tykjast ávirka áhugan hjá fólki at luttaka, og annars hvør motivatiónin hjá fólki er fyri at luttaka í FarGen.

Postarar verða nógv brúktir innan akademiska umhvørvið, og flestu ráðstevnur hava postaraframsýningar og –framløgur á skránni. Ein postari er ein brellbiti, sum á stuttan og lokkandi hátt miðlar úrslit frá gransking og er við til at birta undir kjak.

96 postarar luttóku í kappingini á Europe Biobank Week 2018.

Á myndini síggjast starvsfólk hjá FarGen og Ílegusavninum við postaranum, sum altso vann kappingina.