Síðstu blóðroyndirnar

Tíðindi


01.02.2018

Síðstu blóðroyndirnar

Mánadagin 5. februar verða síðstu blóðroyndirnar tiknar til FarGen-verkætlanina á hesum sinni. Málið fyri fyrsta stig av verkætlanini, sum er 1.500 blóðroyndir, er nú um at verða rokkið. Yvirskipaða málið er tó at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað, og í næstum verður farið undir at arbeiða við at víðka verkætlanina, so hon kann umfata fleiri luttakarar. 

Síðstu blóðroyndirnar verða tiknar í Ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum mánadagin 5. februar millum kl 13.00 og 15.00. Tað er blái bygningurin omanfyri vegin. Allir føroyingar og øll, sum búgva í Føroyum kunnu luttaka. 

Krøvini fyri at luttaka eru, at tú:

  1. ert í minsta lagi 18 ár
  2. lesur skjalið “Luttakarakunning"
  3. undirskrivar Samtykkisváttan á s. 7 í “Luttakarakunningini"
  4. fyllir út eitt spurnablað
  5. letur okkum eina blóðroynd

 

04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen