Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til?

Tíðindi


23.10.2020

Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til?

Hetta var ein av spurningunum, sum varð tikin upp, tá umboð fyri Etiska ráðið og FarGen vitjaðu næmingar á Miðnámi í Vestmanna í gjár. Evnið, sum var á skrá, var etikkur og genomvísindi.

Menningin innan genomvísindini gongur skjótt, og granskarar hava ment tøkni, sum ger, at innan fá ár fer møguliga at bera til at ”sniðgeva” børn og at umvæla ílegubrek hjá fólki við arvaligum sjúkum. Men er tað rætt? Eiga vit at førka okkum henda vegin?

Tøknin ger eisini, at tú fyri ein lutfalsliga bíligan penga í dag kanst fáa eina greining av tínum íleguprofili við at senda eina spýttroynd til privata fyritøku uttanlands og afturfyri fáa upplýst tíni sannlíkindi fyri at fáa ávísar sjúkur. Men ert tú til reiðar at lofta vitanini, sum kanningin kann veita? Eru úrslitini viðkomandi fyri onnur enn teg? Hvat kann veitarin brúka tínar upplýsingar til? Og hvør skal gera av, hvar mørkini skulu ganga?

Hóast nógvir av spurningunum sluppu at standa ósvaraðir, so kunnu teir vera við til at víðka grundarlagið at taka støðu út frá. Tí sum Marjun Bæk frá Etiska ráðnum segði, so snýr etikkur seg um hjálp til at velja ta røttu atferðina.

09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen