Í vikuni var statusfundur millum starvsfólkini hjá FarGen og stýrisbólkin fyri verkætlanina. Starvsfólkini hjá FarGen greiddu m.a. frá, hvussu gongur við at taka blóðroyndir, hvussu undirtøkan er, og hvussu býtið viðvíkjandi kyni, bústaði og aldri hjá luttakarunum er.
Høvið varð eisini nýtt at vitja uppi á iNova, har stýrisbólkurin fekk frágreiðing um tól og framferðarháttin, hvussu DNA verður sekventerað.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login