Súnhild Kass av Strondum hevur farna árið verið í starvsvenjing hjá FarGen. Starvsvenjingin hevur verið liður í útbúgving hennara sum laborantur á Københavns Professionshøjskole.
Súnhild hevur mest arbeitt á starvsstovuni hjá FarGen á iNOVA, har hon m.a. hevur fingist við at sjálvvirkja arbeiðsgongdir, skráseting, at uppreinsa DNA, góðskutrygging og “genotyping”. Hon hevur gjørt eitt sera munadygt arbeiði fyri FarGen og hevur arbeitt bæði skjótt og væl.
Súnhild endaði útbúgvingina við høvuðsritgerðini DNA-fragmentstørrelser i forhold til oprensningsmetode og opbevaring af blodprøver.
Vit takka Súnhild fyri tíðina her hjá okkum og ynskja henni hjartaliga til lukku við útbúgvingini og bestu eydnu á leiðini.
Á myndini stendur Súnhild saman við Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara fyri FarGen.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login