Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020

Tíðindi


14.01.2021

Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020

Tíðindabræv fyri 2020 sent luttakarum í FarGen tann 14. januar 2021.

Í hesum tíðindabrævinum fæst kunning um status í FarGen-verkætlanini hjá Ílegusavninum og greitt verður frá virkseminum farna árið. FarGen er ein dátugrunnur við ílegudátum, sum við tínum samtykki kunnu brúkast til gransking.

Gransking
Hjá flestu okkara fer 2020 helst í søguna sum árið við eini yvirskrift, sum gongur fram um alt. Korona ella COVID-19 setti karmar fyri bæði gerandis- og arbeiðslív hjá fólki kring allan heim, og hjá okkum á Ílegusavninum hevur herviliga virusið heilt ítøkiliga merkt arbeiðið á stovninum. Ílegusavnið gjørdist nevniliga partur av granskingarsamstarvi um júst COVID-19 millum fleiri ymsar granskingarstovnar í Føroyum. Ílegusavnið fekk játtað pening frá Novo Nordisk til at uppbyggja eitt undirstøðukervi til gransking í COVID-19 í Føroyum, og FarGen (Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari) fekk hálva mió. frá Granskingarráðnum til at greina, um ílegusamansetingin hjá tí einstaka hevur týdning fyri, hvørji árin sjúkan hevur.

Tú luttekur møguliga longu í eini ella fleiri av granskingarverkætlanum, sum eru knýttar at FarGen, ella møguliga fært tú eina innbjóðing í næstum. Hesar granskingarverkætlanir hava higartil brúkt FarGen-dátur:

  • ACE-verkætlanin – kanning av, um ávísir íleguvariantar ávirka okkara venjingarviðkvæmi, tvs. hvat gagn vit fáa burtur úr kropsligari venjing.

  • HBOC-verkætlanin – endamálið er at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba í Føroyum.

  • IBD-verkætlanin – eyðmerking av ílegum, verti og umhvørvisfaktorum, sum kunnu hava ávirkan á tarmbrunasjúkur.

  • ADHD-verkætlanin – málið er at staðfesta ílegur, sum kunnu hava ávirkan á, um ADHD tekur seg upp.

HBOC-verkætlanin, sum FarGen stendur fyri, hevur fingið stuðul játtaðan í fleiri umførum farna árið. Granskingarráðið játtaði 840.000 kr., 300.000 kr. komu frá Krabbameinsfelagnum, og síðst í árinum fingu vit 200.000 frá Betri Stuðli. Hetta inniber, at vit hava sett eitt starvsfólk at arbeiða parttíð við verkætlanini, sum m.a. skal samanbera ílegudátur hjá sjúkum og frískum. 267 kvinnur, sum eru partur av FarGen, fingu innbjóðing at luttaka í einum samanberingarbólki, og áhugin at luttaka var sera stórur. Arbeitt verður við at víðka verkætlanina og fáa í lag samstarv við Klaksvíkar sjúkrahús um hetta.

Í løtuni er steðgur í at útvega luttakarar til sjálva FarGen-verkætlanina. Málið við fyrsta parti av FarGen, sum var 1.500 luttakarar, er langt síðani rokkið, og nú arbeiða vit við at ílegulesa tær royndirnar, sum vit hava liggjandi. Hetta er umfatandi og kostnaðarmikið arbeiði. Kortini hava vit sett okkum sum mál at víðka dátugrunnin til at umfata 5.000 luttakarar, sum gevur okkum eitt munandi betri grundarlag fyri gransking og møguleikunum fyri at menna sjúkufyribyrging og -viðgerð. Fyri at flyta FarGen fram á leið, er neyðugt at fáa í lag samstørv við útlendskar granskingarstovnar, sum eisini kunnu vera við til at fíggja virksemið. Tí arbeiða vit við at fyrireika næsta part av verkætlanini, FarGen 2, í samstarvi við útlendskt universitet og granskingarfyritøku. Áhugin fyri at luttaka í FarGen er stórur, og hóast vit í løtuni ikki heita beinleiðis á fólk um at tekna seg, so fáa vit nýggjar tilmeldingar alla tíðina. Hesi verða skrásett á tekningarlista og fáa boð um at møta til blóðtøku, tá FarGen 2 fer í gongd.

KT
Í oktober gjørdist Vangin hjá Talgildu Føroyum tøkur hjá almenninginum, og Ílegusavnið og FarGen vóru við frá byrjan. Í løtuni fært tú umvegis síðuna hjá Ílegusavninum á Vanganum atgongd til tína ættartalvu í Ættarbandsskránni. Arbeitt verður við at gera partar av tínum FarGen-upplýsingum tøkar á Vanganum, so tú m.a. sært eitt yvirlit um tína luttøku í FarGen og møguligum granskingarverkætlanum. Málið er, at tú eisini fert at kunna fylla út skjøl og lata samtykki til at luttaka í granskingarverkætlanum umvegis Vangan, og tað fer væntandi at lætta munandi um bæði hjá luttakarunum og fyri umsitingarliga arbeiðið hjá okkum.

Trygdin er aðaltátturin í øllum okkara virksemi, og tað er avgerandi fyri okkum, at allar persónsupplýsingar og aðrar upplýsingar verða vardar á besta hátt og sambært lóg. Tí hava vit eisini brúkt nógva orku til at fyrireika okkum til nýggju Dátuverndarlógina, sum kom í gildi 1. januar.

Tiltøk
Júst sum kunngjørt varð, at fyrsti koronutilburðurin varð staðfestur í Føroyum í mars, stóðu vit í Kongshøll og søgdu farvæl við norðurlendsku yrkisfelagar okkara, sum høvdu luttikið á Nordic Biobank Forum 2020, sum Ílegusavnið/FarGen skipaði fyri. Ráðstevnan var fyri starvsfólk í norðurlendskum biobankum, og endamálið var at skapa eitt netverksforum og høvi at kjakast um viðkomandi viðurskifti, skipanir og avbjóðingar hjá biobankum. Umráðandi er at fáa innlit í, hvussu aðrir biobankar skipa seg, so vit kunnu tryggja okkum, at okkara virksemi í Føroyum er á hædd við virksemið í grannalondunum.

Vísindavøkan, sum vanliga savnar eina rúgvu av fólki um aktuell vísindi og gransking í Føroyum, varð orsakað av koronu skipað øðrvísi í 2020. Eingir básar og ongar framsýningar vóru sett upp, og avmarkað atgongd var til fyrilestrarnar. Allir fyrilestrarnir vórðu tó stroymdir beinleiðis, og Kringvarpið er farið undir at senda teir týskvøld. Tvey umboð fyri FarGen hildu fyrilestur: Noomi O. Gregersen: “SPYR KORONA EFTIR, HVØR TÚ ERT?” og Ólavur Mortensen: “ÆTTARBOND, ÆTTARBREGÐI OG ÍLEGUR”.

Tá tú fæst við ílegugransking, er skjótt at rena seg í etiskar tvístøður. Hóast genomgransking er aðaltátturin við FarGen, so meta vit tað vera umráðandi at seta viðkomandi spurningar við tann etiska partin eisini. Tí fóru vit í heyst á rundferð á miðnámsskúlunum kring landið saman við Etiska ráðnum. Yvirskipaða evnið, sum varð tikið upp, var “Etikkur og genomvísindi”. Ljós varð varpað á skjótu menningina innan genomvísindi, hvørja vitan nýggj tøkni kann fáa til vega um tínar ílegur, og hvussu henda vitanin kann verða nýtt – og misnýtt. Eru vit til reiðar at lofta vitanini? Eiga vit at útrudda sjúkur, bara tí at tað tøkniliga ber til? Og hvar skulu mørkini ganga? Torførir, men umráðandi spurningar at viðgera saman við teimum ungu.

Lesandi
Vit hava javnan starvslesandi knýtt at FarGen-verkætlanini. Í 2020 hava vit havt tveir starvsnæmingar, Súnhild Kass og Lisu Joensen, sum lósu til ávikavist laborant og bioanalytikara. Tey starvslesandi eru vanliga partur av dagligu arbeiðsgongdini, og uppgávurnar kunnu vera skiftandi alt eftir tørvi í tíðarskeiðnum. Viðhvørt hava vit tørv á fólki, sum kunnu taka blóðroyndir ella gera aðrar mátingar, men størsti parturin av tíðini verður vanliga brúktur á starvsstovu.

Tað er eisini gleðiligt, at vit ofta samstarva við lesandi innan ymisk fakøki, t.d. lívfrøði, verkfrøði, medisin og bioinformatikk. Saman við teimum lesandi finna vit eina verkætlan til teirra, sum tey kunnu brúka sum grundarlag fyri eini ritgerð. Farna árið hava tvey lesandi verið knýtt at FarGen í sambandi við ritgerðir. Í juli vardi Elisabet Thomsen serritgerð sína í bioinformatikki, sum snúði seg um at menna eina arbeiðsgongd, sum kann finna og avgera íleguvariantar í FarGen-dátunum. Í august var tað Elsa Krosstein, sum vardi sína BA-ritgerð í lívfrøði: “Investigating breast cancer susceptibility genes and genetic risk factors in the Faroese population”.

21.02.2024FarGen miðvísari 08.01.2024Afturboðan um biokemisk úrslit 15.12.2023Steðgur til eftir nýggjár 14.11.2023Hevur tú diabetes? 03.11.2023Fyrilestur á giktaráðstevnu 4. nov. 26.10.2023FarGen á ferð: 104 vágafólk 19.10.2023Okkum tørvar menn 27.09.2023FarGen á ferð: Vestmanna 15.09.2023FarGen á Breddanum 31.08.2023Tørv á fleiri sjúkum 15.08.2023FarGen á ferð: Tvøroyri 30.06.2023Afturboðan um biokemisk kanningarúrslit 23.06.2023Høvuðsrøðari á ráðstevna um smittusjúkur 14.04.2023FarGen á ferð: Runavík 30.03.2023Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin 03.03.2023Morgunsendingin á vitjan 03.03.2023FarGen á Suðuroyar sjúkrahúsi 6.-8. mars 28.02.2023Tíðindaskriv: Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár 22.02.2023Sera góð undirtøka í Vágum 16.02.20231000 takk 02.02.2023FarGen við Norðskála 7.-8. febr. 19.01.2023FarGen til Sands 12.01.2023Fólkaheilsustýrið farið at virka 27.12.2022Kanningarúrslit 29.11.2022Tíðindaskriv: FarGen við nýggjari skrá við føroyskum íleguvariantum 08.11.2022Afturboðan um kanningarúrslit 21.10.2022FarGen er í gongd aftur 19.09.2022FarGen 6 ár 15.09.2022Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? 14.09.2022Ílegur hava týdning! 18.07.2022Hevur ACE-virkni ávirkan á venjingarúrtøku? 19.06.2022100 tey fyrstu í FarGen 2 25.05.2022Granskingarstuðul til FarGen-PGx 14.03.2022Bioanalytikari til FarGen 22.02.2022Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini 10.02.2022Vit eru flutt 06.01.202213 minuttir um bróstkrabba í Føroyum 21.12.2021FarGen-dátur í cloud-skipan 29.11.2021FarGen-verkætlanir á Vanganum 26.10.2021FarGen í vísindaligum útgávum 13.07.2021Herborg liðug í starvsvenjing 12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen