Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen

Tíðindi


26.01.2017

Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen

Nú fer FarGen aftur á ferð. Hesa ferð verður farið kring landið at savna blóðroyndir frá teimum, sum hava teknað seg til verkætlanina. Málið við fyrsta parti av FarGen er at talgilda arvastreingin hjá 1.500 føroyingum, men hóast hetta talið longu er rokkið á tekningarlistanum, so er framvegis pláss fyri fleiri luttakarum.

Eitt av málunum við FarGen-verkætlanini er at gera eitt sonevnt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum, og til hetta er neyðugt við breiðari umboðan. Tað merkir, at ynskiligt er við umboðan úr øllum landinum, tí kanningar vísa, at ílegur okkara bólka seg eitt sindur ymiskt, alt eftir hvaðani vit eru. Neyðugt er eisini at ansa eftir, at luttakararnir samlað ikki eru ov nær í ætt hvør við annan. Tí er ynskiligt, at væl fleiri enn 1.500 fólk tekna seg til verkætlanina.

Til ber ikki frammanundan at siga, júst hvørji tey 1.500 verða, sum verða lisin á fyrsta stigi í FarGen.

Blóðroyndirnar kunnu goymast leingi, og málið er at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. So hóast tín blóðroynd ikki verður millum tær fyrstu 1.500, so sleppur hon eftir ætlan við seinni, tí ætlanin er, sum frálíður, at víðka verkætlanina. 

Trio´ir
Samstundis sum ov nógvir luttakarar helst ikki skulu vera ov nær skyldir, so hevur FarGen serstakan áhuga fyri sonevndum trio´um. Ein trio er trý fólk: ein mamma, ein pápi og barn teirra, sum skal vera í minsta lagi 18 ár. “Orsøkin til, at vit hava serligan áhuga fyri trio´um, er, at við teimum ber til at kanna, nær talan er um arvað ílegufrábrigdi og nær talan er um frábrigdi, sum eru íkomin seinni,” sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari.

Luttakarar
Tað eru serliga kvinnur, sum hava víst áhuga fyri verkætlanini, og uml. 60 % av teimum, sum hava teknað seg, eru kvinnur. Av teimum, sum hava latið blóðroynd, eru lutfalsliga nógv flest vágafólk, meðan Norðoyggjar og Suðuroy eru undirumboðaðar í mun til fólkatalið. Áhugin at lata blóð til FarGen tykist vera nógv størstur hjá teimum, sum eru í 50-árunum, men eisini tey, sum eru í 20-árunum, eru hampuliga væl umboðað. Hin vegin er umboðanin hjá teimum, sum eru eldri enn 70 ár rættiliga lítil. “Tað er óheppið, tí ynskiligt er við eini breiðari aldurssamanseting hjá luttakarum, og eingin er ov gamal at luttaka,” sigur Katrin D. Apol, kunningarsamskipari.

FarGen á ferð
Síðani latið varð upp fyri tilmelding til FarGen, hevur størsti denturin verið lagdur á kunningina. FarGen-toymið hevur m.a. ferðast kring landið við kunningarátakinum, “FarGen á ferð”, og vitjað hevur verið í átta støðum. Undirtøkan hevur sum heild verið góð til tiltøkini, har kunnað hevur verið um genomgransking, um verkætlanina og um, hvussu hon kann gagna heilsuverkinum. Nógv fólk hava nýtt høvið at tikið blóðroynd í samband við tiltøkini, og higartil eru 375 blóðroyndir tiknar. 

Nú er so farið undir eina nýggja ferð kring landið at savna blóðroyndir frá teimum, sum hava teknað seg. Farið verður eisini á útoyggjarnar eftir blóðroyndum, tí neyðugt skal ikki vera at ferðast langa leið fyri at luttaka. Tey, sum hava teknað seg, fáa boð, tá blóðroyndir verða tiknar í teirra øki.

28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen