Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina

Tíðindi


04.06.2020

Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina

Í síðstu viku kunngjørdi Granskingarnevndin, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað granskingarstuðul. Ein av hesum verkætlanum var ACE-verkætlanin hjá Tóri Sjúrðarson, cand.scient í humanfysiologi. Tórur, sum nú verður ph.d.-lesandi, hevur fingið 1,1 mió. kr. í stuðli til at halda fram við ACE-verkætlanini, sum hann fór undir í 2019 í samstarvi við FarGen.

48 luttakarar vóru í ACE-verkætlanini, og teir luttóku í umfatandi kropsligum kanningum og harðari venjing. Kanningar vísa, at virknið hjá einum ávísum enzymi, ACE, hevur týdning fyri, hvussu nógv gagn fólk hava av kropsligari venjing. Í ACE-verkætlanini verður kannað, um ávísir variantar av íleguni, sum kota fyri ACE, ávirka virknið hjá enzyminum, og harvið hvat gagn fæst burtur úr kropsligari venjing. Tað nýggja við ACE-verkætlanini er, at kannað verður, um til ber at manipulera við ACE-virkninum hjá frískum fólki við heilivágsviðgerð, og tí fekk helvtin av luttakarunum virknan heilivág, og hin helvtin fekk placebo.

Við nýggju stuðulsjáttanini ber nú til at útbyggja hesa verkætlanina og gera fleiri kanningar.

Hjartaliga til lukku við stuðlinum og góða eydnu við ph.d.-ini, Tórur.

04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen