Fólkaheilsustýrið

FarGen-verkætlanin liggur undir Fólkaheilsustýrinum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum eru at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing við støði í hollum kunnleika til føroysk heilsu- og samfelagsviðurskifti. Ein týðandi uppgáva hjá stovninum er at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt veitir Fólkaheilsustýrið granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og mennir, viðger og skipar hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

Stjóri í Fólkaheilsustýrinum er Bjarni á Steig, yvirlækni.