FarGen-verkætlanin liggur undir Ílegusavninum. Ílegusavnið er ein samskipandi eind innan heilsuverkið, sum skipar, byggir upp og fyrisitur ættarbandsskránna, diagnosuskránna og vevnaðarskránna. Ílegusavnið viðger eisini umsóknir um at granska í skráunum. Gransking í ílegum hjá einum persóni, sum býr í Føroyum, kann sostatt bert verða framd av teimum, sum hava sáttmála við Ílegusavnið.
Fyri at fáa atgongd til dáturnar frá FarGen-verkætlanini, krevst góðkenning frá Ílegusavninum, Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum.
Les meira um virksemið hjá Ílegusavninum í Ílegulógini.
Vitja heimasíðuna hjá Ílegusavninum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login