Samstarv

Heilsustýrið fremur FarGen 2 í samstarvi við amerikansku fyritøkuna, Variant Bio, og GLOBE Institute á Københavns Universiteti. Yvirskipaða málið er at kanna upprunan hjá føroyingum og at kanna eitt møguligt samband millum ílegur og sjúku. Lesast kann um útlendsku samstarvsfelagarnar her:

FarGen 2-verkætlanin samstarvar eisini við serlæknar á Landssjúkrahúsinum, sum varða av teim økjunum, sum verða kannað í verkætlanini: diabetes, tarmbrunasjúkur, spondylartropati (rygsøjlegikt) og høgt blóðtrýst.