Undirstøðukervi í heilsuverkinum

FarGen er eitt undirstøðukervi ætlað gransking. Gransking er tó ikki eitt mál í sjálvum sær, men vitanin, sum granskingin fær til vega, kann brúkast í heilsuverkinum.

FarGen er sostatt eisini eitt heilsuundirstøðukervi við ílegudátum, sum óbeinleiðis kunnu nýtast sum amboð til sjúkuavgerð (diagnostisering) og sjúkuviðgerð, bæði viðvíkjandi dosering og áseting av heilivágsslagi (diagnostiskt ambulatorium).

Les um, hvussu vitan um ílegurnar kann brúkast til persónlagað medisin.