Persónlagað medisin

Kortleggingin av tínum genomi kann hava við sær betri møguleikar at veita tær meira málrættaða viðgerð fyri ávísar sjúkur - rópt persónlagað medisin.

Kanningar vísa, at ein partur av tí heilivági, sum sjúklingar fáa í sambandi við viðgerð, ikki virkar sum ætlað. Í onkrum førum hevur heilivágurin enntá negativa ávirkan á sjúklingin, sum kann fáa hjáárin. Tí hóast fleiri sjúklingar hava somu sjúkueyðkenni, er ikki vist, at diagnosan og harvið viðgerðin eigur at vera nett hin sama. Tað kunnu nevniliga vera ymsir íleguvariantar, sum elva til somu sjúkueyðkenni.

Fyri nakrar sjúklingar, eitt nú ávísar krabbameinssjúklingar, ber nú til at veita bæði neyvari diagnosu og viðgerð, um tú hevur upplýsingar um genomið hjá sjúklinginum. Tískil ber til at tillaga viðgerðina eftir einstaka sjúklinginum, so heilivágurin virkar á bestan hátt. Hetta verður rópt persónlagað medisin. 

Ágóði fyri sjúkling og samfelag

Ein munandi partur av øllum heilivági, sum verður givin í dag, byggir á vitan um genomið hjá sjúklinginum. Hesin partur fer væntandi at vaksa, og persónlagað medisin verður ein púra vanligur partur av viðgerð og sjúkufyribyrging í framtíðini.

Persónlagað medisin er sostatt ein fyrimunur fyri einstaka sjúklinginum, sum skjótari kann fáa rætta viðgerð. Samfelagsligi ágóðin er samstundis eyðsæddur, tí bøttir viðgerðarmøguleikar ávirka heilsubúskapin hjá landinum.