Ert tú lesandi, kanst tú møguliga gerast partur av FarGen-toyminum eitt tíðarskeið. Vit hava javnan lesandi í starvsvenjing, og til ber eisini at skriva lestraruppgávu í samstarvi við okkum.

Starvsvenjing

Sum starvslesandi verður tú partur av dagligu arbeiðsgongdini í okkara virksemi. Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera ymiskar alt eftir tørvinum í tíðarskeiðnum. Viðhvørt hava vit tørv á fólki, sum kunnu taka blóðroyndir og gera aðrar mátingar, men størsti parturin av tíðini verður vanliga brúktur til starvsstovuarbeiði. Vit hava havt starvslesandi, sum hava útbúgvið seg til bioanalytikara ella laborant.

Starvsvenjingin er ólønt, men kann verða góðskrivað sum partur av útbúgvingini, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað.

Umsøkjarar eiga at hava áræði og hug at royna nýggjar avbjóðingar, arbeiða miðvíst, hava góð samstarvsevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Umsóknarfreistir eru 15. oktober fyri fyrra hálvár og 15. apríl fyri seinna hálvár. Fyll út umsóknarblaðið, sum er tókt sum pdf-fíla her, og send tað til fargen@fargen.fo.

Lestraruppgávur

Um tú skalt undir eina lestraruppgávu so sum BA-ritgerð ella serritgerð, og tú kundi hugsað tær at gjørt kanningar innan eitt nú ílegufrøði ella bioinformatikk, ert tú vælkomin at venda tær til okkara um eitt møguligt samstarv. Ger tær nakrar tankar um, hvørjum tú kundi hugsað tær at arbeitt við, so kunnu vit saman umrøða møguleikarnar. Viðhvørt hava vit ítøkilig uppskot til verkætlanir, sum lesandi kunnu fara í gongd við. 

Vit hava havt samstarv við lesandi innan hesi útbúgvingarøki: lívfrøði, medisin, bioinformatikk og verkfrøði, men aðrar útbúgvingar kunnu eisini vera viðkomandi. Fyll út oyðublaðið, sum er tókt sum pdf-fíla her, og send tað til fargen@fargen.fo. So venda vit aftur til tín og avtala ein fund.