FarGen 2

FarGen 2 snýr seg, eins og FarGen 1, um at menna ein pall til gransking í føroyskum genomum (ílegum), men FarGen-undirstøðukervið verður nú víðkað til umframt genomkanningar eisini at umfata biokemiskar og kropsligar kanningar og dátur. Farið verður eisini eitt stig víðari enn bert at innsavna dátur, tí dáturnar verða brúktar til at fremja kanningar av fýra ítøkiligum sjúkum, so vit førka okkum nærri málinum, sum er persónlagað medisin.

FarGen 2 hevur trý mál:

  1. At menna eitt føroyskt tilvísingargenom. Føroyska tilvísingargenomið fer at vísa miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum og geva eitt yvirlit yvir íleguvariantar og títtleikan av íleguvariantum í Føroyum. Føroyska tilvísingargenomið kann brúkast sum tilvísing í øllum framtíðar verkætlanum innan persónlagað medisin í Føroyum. Farið varð undir at menna føroyska tilvísingargenomið í FarGen 1.

  2. At kanna ílegufrøðiliga bygnaðin hjá autoimmunum og metabolskum sjúkum hjá føroysku búfjøldini. Meira nágreiniliga verða hesar sjúkur greinaðar: diabetes 2, høgt blóðtrýst, Spondylartropati (t.d. Morbus Bechterew, psoriasis- enteropatisk- ella reaktiv gikt) og tarmsjúkur (colitis ulcerosa og morbus Crohn). Málið er at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til høga títtleikan av hesum sjúkum í Føroyum, og at menna møguleikar fyri viðgerð við persónlagaðum medisini.

  3. At kanna upprunan hjá føroysku búfjøldini. Ílegudátur verða brúktar saman við øðrum dátum til at kanna, hvussu Føroyar vórðu bygdar, hvaðani niðursetufólkið stavaði, hvussu ílegufrøðiligar broytingar og tillagingar eru farnar fram í føroysku búfjøldini og til at greina, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag.  

Fyri at luttaka í FarGen 2 krevst, at tú lesur skjalið Luttakarakunning um FarGen 2.